Norrøna Ungmannafelag Føroya

Ved FNUFs vårmøde i Helsingfors d. 4. april 2014 besluttede landsforeningerne at optage Færøernes Nordiske Ungdomsforening (NUF) i paraplyorganisationen som fuldgyldig medlemsforening.


Norrøna Ungmannafelag Føroya er ein politiskt óheftur felagsskapur. Vit hava sjey systurfeløg í hinum Norðurlondunum, ið vit samstarva við. Vit seta fokus á norðurlendska mentan, náttúru, mál og søgu, men eisini á tað at styrkja og betra samstarvið millum tey norðurlendsku londini.

Hetta skal fremjast í verki við at skipa fyri ymsum norðurlendskum tiltøkum, sum t.d. Föreningarna Nordens Ungdomsförbund (móðurfelag okkara) skipar fyri, eins væl og tiltøk kring Norðurlond, men eisini við at hava tiltøk fyri ung fólk í Føroyum.

Tiltøkini kunnu snúgva seg um at uppliva ella læra um alt frá heitum keldum í Íslandi, svenskum metaltónleiki, norsk fjøll, at fara við hundasleðu kring innlandsísin í Grønlandi, ella um vikinga mentan og hvar vit koma frá.

NUF på Facebook